Innanlands

Sansir avlop upp á 1,7 milliónir í 2020

Felagið handan blaðið Kvinnu og eitt nú viðirslønvinnandi marknaðarføringsátøk hjá Visit Faroe Islands hevði aftur eitt gott ár í fjør

Tór Verland Johannesen er ein av stjórunum í Sansum. Her á Jobmatch 2018 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tór Verland Johannesen er ein av stjórunum í Sansum. Her á Jobmatch 2018 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-12-14 14:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Felagið handan føroyska magasinblaðið Kvinna og annars alskyns marknaðarførings-uppgávur av eitt nú Visit Faroe Islands og nógvum øðrum føroyskum fyritøkum, kundi fyri 2020 framleggja eitt avlop á 1,7 mió.kr, har partseigararnir fingu 1 mió.kr. útgoldið í vinningsbýti.

Roknskapurin hjá Sansum fyri 2020 vísur, at bruttovinningurin gjørdist 8,9 mió.kr. Hetta er 5 prosent lægri enn í 2019, tá bruttovinngurin var 9,4 mió.kr.

Starvsfólkastnaðurin í 2020 var 6,8 mió.kr, sum er 0,6 mió.kr ella 8,5 prosent lægri enn í 2019. Tað eru í alt 18 starvsfólk hjá Sansum sambært heimasíðuni.

Úrslitið áðrenn avskrivingar í 2020, eisini nevnt ebidta, var 2,1 mió.kr., samanborið við 2,0 mió.kr. í 2019.

Ársúrslitið í 2020 gjørdist eitt avlop upp á 1,7 mió.kr. sammett við 1,3 mió.kr. í 2019. Vøksturin var 28 prosent.

Fíggjarjavnin hjá Sansum er øktur úr 4,9 mió.kr. í 2019 til 6,5 mió.kr. í 2020. 

Støðisognirnar eru 0,8 mió.kr., sum er áleið tað sama sum í 2019. Ogn í umferð hinvegin er økt úr 4,2 mió.kr. til 5,7 mió.kr. í 2020. 

Eginognin hjá Sansum er minkað úr 2,0 mió.kr. í 2020 til 1,8 mió.kr. í 2020, sum stavar frá útgoldnum vinningsbýti á 1 mió.kr. fyri 2020.

Felagið hevði onga langfreistaða skuld í 2020 meðan stuttfreistaða skuldin er økt úr 2,9 mió.kr í 2019 til 4,8 mió.kr. í 2020.

Størru partaeigararnir í Sansir P/F eru sambært Skráseting Føroya hesir: BKH Invest Sp/f, LLM Íløgur Sp/f, Sniðja Sp/f og TVJ Sp/f.

Stjórar í Sansir P/F eru Lena L. Mohr og Tór Verland Johansen. Nevndarformaður er Bogi Karbech Henriksen.

Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f.  www.nira.fo


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder