Mentan

Sara Futtrup Duo í Christianskirkjuni

Mánakvøldið verður konsert í Christianskirkjuni við donsku Sara Futtrup og Lars Lundgaard

2024-07-06 17:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánakvøldið 8. juli kl. 19.30 er konsert við kendu donsku sangarinnuni Sara Futtrup í Christianskirkjuni.

Sara bæði syngur og spælir klaver, og við sær hevur hon Lars Lundgaard, sum spælir bass.

Sara hevur búð í Føroym sum barn, og dámar sera væl føroysku kirkjurnar.

Um konsertina sigur hon, at skráin er serliga væl egnað til eina kirkjukonsert, har tað er høgt til loft, og rúm er fyri djúphugsni, sum í høvuðsheitum merkir sangskránna, skrivar kirkjan.

Hon fær sítt besta ummæli frá Donskum kirkjum, og framførir nógv til tiltøk í "Folkekirkens nødhjælp".


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder