Uttanlands

Sara Netanyahu dømd fyri misnýtslu av almennum pengum

Kona ísraelska forsetisráðharranum hevur brúkt upp móti 700.000 krónur hjá statinum til at keypa dýrar máltíðir

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-06-16 15:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sara Netanyahu, ið er kona ísraelska forsetisráðharranum, Benjamin Netanyahu, er dømd fyri at hava misnýtt almennar pengar.

Sara Netanyahu hevur saman við einum almennum starvsfólki brúkt upp móti tað, sum svarar til 700.000 krónur hjá ísraelska statinum til at keypa dýrar máltíðir. Hon hevur bæði verið úti og etið og fingið dýran mat koyrdan heim til sín, hóast familjan hevur egnan kokk.

Avgerðin hjá dómstólinum kemur í sambandi við, at hon hevur játtað seg seka í summum av ákærunum í málinum. Men hon sleppur undan at sita í fongsli.

Hon er funnin sek í at hava gagnnýtt mistøk hjá einum øðrum persóni, og fær hon eina bót fyri hetta, umframt at hon skal gjalda endurgjald. Til samans skal hon gjalda eitt sindur meira enn tað, sum svarar til 100.000 krónur, skrivar DR.

60 ára gamla konan hjá ísraelska forsetisráðharranum hevur verið nógv frammi øll árini, Benjamin Netanyahu hevur verið stjórnarleiðari.

Fyrstu ferð hon varð ákærd var í juni í fjør. Tá varð hon ákærd fyri svik og álitisbrot í sambandi við stórar upphæddir, sum vórðu brúktar uppá catering, hóast ein kokkur var knýttur at embætisbústaðinum hjá Netanyahu.

Nógv hevur eisini verið skrivað um Saru Netanyahu í miðlunum. Talsfólk hjá familjuni hava verið noydd at koma við viðmerkingum og vísa ákærur aftur um, at hon er krevjandi og hástór.

Fyri trimum árum síðani varð hon eisini funnin sek í at hava órógvað og gjørt seg inn á tænastufólk hjá familjuni.

Forsetisráðharrin er eisini sjálvur ákærdur fyri m.a. mutur, svik, og álitisbrot.

Men hetta málið skal til hoyringar, og har kann Netanyahu royna at yvirbevísa ríkisadvokatin um at droppa málið. Hoyringartilgongdin byrjar í oktober, tvær vikur eftir ísraelska tjóðartingsvalið, ið skal vera 17. september.

69 ára gamli forsetisráðharrin er m.a. undir illgruna fyri at hava fingið gávur frá ríkum vinnulívsfólkum, sum til samans hava eitt virði á gott 1,7 mió. í okkara krónum. Sambært ákærumyndugleikunum snýr hetta seg um sigarir, sjampanju og prýðislutir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder