2022-08-05 13:16
Í juli, tá SAS varð rakt av verkfalli, ferðaðust 1,3 milliónir ferðafólk við skandinaviska flogfelagnum.
Tað eru 600.000 ella 32 prosent færri enn í juni, tá ferðafólkatalið var 1,9 milliónir. Talan var tó um eina øking á 23 prosent í mun til juli 2021, skrivar SAS í tíðindaskrivi.
Undir verkfallinum vórðu yvir 3.700 flogferðir avlýstar, og yvir 380.000 ferðafólk vórðu ávirkað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald