Uttanlands

SAS avlýst yvir 1200 fráferðir mánadagin og týsdagin

Flogferðirnar úr Keypmannahavn til Vágar hesar dagarnar eru eisini avlýstar

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-04-28 14:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Orsakað av verkfallinum hjá flogskiparunum hevur SAS nú avlýst 1213 flogferðir afturat mánadagin og týsdagin.

Hesum boðar SAS frá, sambært DR.

Tað eru skandinaviskir flogskiparar hjá SAS, sum hava niðurlagt arbeiðið, og tí verða allar flogferðir, har ein danskur, svenskur ella norskur flogskipari átti at flogið, avlýstar.

Higartil hevur verkfallið rakt 110.000 ferðafólk.

Í tíðindaskrivi sigur SAS, at tey eru ógvuliga hørm um støðuna, og at arbeitt verður við at finna eina loysn skjótast gjørligt.

Síðan fríggjadagin hevur SAS avlýst 2802 flogferðir.

Í dag eru 587 flogferðir avlýstar, og væntað verður, at hetta ávirkar eini 64.000 ferðafólk.

Hvussu gongst við samráðingunum ber ikki til at siga, av tí at báðar partar hava tagnarskyldu.

Avlýsingarnar ávirka eisini flúgvingina á føroyaleiðini, tí sum nú er, verður fráferðin úr Keypmannahavn til Vágar fyrrapartin í morgin og týsdag fyrrapart av ongum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder