Skandinaviska flogfelagið, SAS er framvegis meint rakt av koronakreppuni.
Í september ferðaðust uml. 600.000 ferðafólk við SAS, og tað er 2,3 mió. færri enn í september í fjør, skrivar SAS í tíðindaskrivi.
Talan er sostatt um eina afturgongd á 72,2 prosent.
– Síðan mars, tá næstan øll ferðslan steðgaði, eru vit spakuliga byrjað at byggja okkara netverk uppaftur. Í dag hevur SAS 380 fráferðir um dagin til 75 ferðamál, og eg fegnist um, at vit nú eru aftur á kinesiska meginlandinum aftaná níggju mánaðar, sigur Rickard Gustafson, stjóri í SAS.
Hann vísir á, at eftirspurningurin hevur verið nógv merktur av ferðaavmarkingum í teimum ymsu londunum, og í september vóru fleiri "reyð" øki enn í august.
Seinasta hálva árið er eftirspurningurin tó spakuliga vaksin aftur, og í september ferðaðust gott ein hálv millión fleiri ferðafólk við SAS enn í apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald