Flogfelagið SAS fer nú í vetur at flúgva seks ferðir um vikuna til Føroyar. Hetta er munandi meira enn í fjørvetur, tá skandinaviska flogfelagið skerdi túrarnar niður í fýra ferðir um vikuna.
SAS vísir á, at talan er um eina øking í kapasitetinum á 41 prosent. Í tíðindaskrivi skrivar flogfelagið eisini, at flúgvingin á Føroyar gongur nógv betri nú, RNP-landingar amboðini erutikin í nýtslu, og felagið er farið, eins og Atlantsflog, at brúka tey nýggju Airbus A320neo flogførini, sum larma minni og brúka minni orku.
Vetrarflúgvingin hjá SAS seks ferðum um vikuna byrjar 27. oktober.
Í summar hevur felagið flogið níggju ferðir um vikuna til Føroyar, og tilsamans bjóðar SAS nú 125.000 setur árliga á flúgvingini millum Vága Floghavn og Københavns Lufthavn.
- Vit uppliva stóran áhuga fyri Føroyum, og tí økja vit um kapasitetin. Føroyar er eitt heilt serligt mál fyri ferðafólk úr øllum heiminum alt árið runt, og tí ynskja vit at geva enn fleiri henda møguleikan, eins og vit vilja geva føroyingum møguleikan at brúka okkara tilboð um eitt umfatandi netverk at koma víðari út í Evropa og til restina av heiminum, sigur Johan Laurberg Lund Kofoed, network manager, hjá SAS í tíðindaskrivi.
SAS hevur brúkt RNP innflúgvingarskipanina síða mars mánaði, og hetta hevur givið eina nógv støðugari flúgving.
- Tað kann vera ein avbjóðing at flúgva til Føroyar, men RNP-útgerðin ger tað nógv lættari at koma og fara í serligum veðurumstøðum, so sum mjørka. Við hesi útgerðini hava vit somu fortreytar, sum okkara kappingarneytar. Í summarhálvuni hava vit havt 11 dømi, har RNP útgerðin hevur verið avgerandi fyri, at vit kundu lenda, sigur Johan Laurberg Lund Kofoed.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald