Innanlands

SAS flýgur til Føroya í juni

Norðurlendska flogfelagið tekur flúgvingina til Føroya upp aftur

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-05-11 18:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

11. juni verða aftur tvey flogfeløg á rutuni millum Kastrup og Vága Floghavn. Tað veit útvarpið í dag.

Í juni verður flogið mánadag, fríggjadag og sunnudag, og frá 28. juni verður flogið allar dagar í vikuni uttan leygardag, sæst á heimasíðuni hjá SAS.

Flogfelagið gavst at flúgva til Føroya í oktober í fjør, tá talið á ferðafólkum minkaði, og ferðafólk eisini sjálvi skuldu rinda fyri koronukanningarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder