Í gjárkvøldið varð boðað frá, at ein semja varð gjørd millum flogskiparar og SAS, og er verkfallið, sum hevur verið seinastu tvær vikurnar, sostatt av.
SAS skrivar á heimasíðuna, at virksemið skjótast gjørligt fer at koyra aftur sum vanligt, men komandi dagarnar verða framvegis avlýsingar.
SAS sigur, at tey flogførini, sum standa til at verða avlýst orsakað av verkfallinum framvegis eru avlýst.
– Vit biðja um umbering, um tú ert ávirkaður av verkfallinum, og vit gera alt, vit kunnu fyri at hjálpa øllum á leið aftur, skrivar skandinaviska flogfelagið.
Sambært yvirlitunum hjá SAS og hjá Vága floghavn lendir eitt flogfar hjá SAS í Føroyum klokkan 12.15, og stendur SAS til at fara úr Vágum aftur klokkan 13.05.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald