Í farnu viku koyrdi skandinaviska flogfelagið, SAS, 560 flogskiparar úr starvi.
Avgerðin um at koyra hesi úr starvi var ein liður í sparingarætlanini hjá SAS, sum varð kunngjørd í apríl. Orsøkin er koronakreppan.
Boðað varð frá, at SAS fór at siga 5.000 fólk úr starvi. Hetta svarði til uml. helvtina av øllum fulltíðarstarvsfólkunum. Áðrenn kreppuna hevði flogfelagið 11.000 fólk í fulltíðarstarvi.
Í dag varð so boðað frá, at SAS Danmark hevur koyrt 1.593 fólk afturat úr starvi, harav 684 flogtænastufólk, 176 flogskiparar og 51 starvsfólk í umsitingini.
– SAS er vorðið so hart rakt av koronakreppuni, at vit beint nú stríðast fyri at yvirliva, sigur Sille Beck-Hansen, kunningarleiðari hjá SAS.
Flogfelagið væntar fyrst, at eftirspurningurin eftir flogferðum verður aftur í 2022, og tí noyðast tey at minka um virksemið, sigur hon sambært finans.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald