Innanlands

SAS og flogskiparar samráðast víðari fyrrapartin

Samráðingarnar halda fram í dag. Verkfallið hevur verið mett at kostað SAS upp ímóti einari milliard

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-07-15 07:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein steðgur var tikin í samráðingunum í nátt, men í morgun klokkan 9 føroyska tíð fara SAS og flogskipararnir til samráðingarborðið aftur.

Tað skrivar norska tíðindastovan NTB sambært Danmarks Radio.

Enn er eingin loysn funnin á ósemjuni, sum førdi til hurlivasa hjá SAS tá 1000 flogskiparar í Danmark, Svøríki og Noreg fóru í verkfall. Hetta var 4. juli, og higartil er metingin at verkfallið hevur kostað SAS upp ímóti eina milliard.

Les eisini: SAS-verkfallið ávirkar G! festivalin

[object Object](Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder