Uttanlands

SAS og flogskiparar aftur til samráðingarborðið

Samráðingarnar verða tiknar uppaftur í morgin

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-07-12 08:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í morgin, mikudagin, verða samráðingarnar tiknar upp aftur millum skandinaviska flogfelagið SAS og flogskipararnar, sum nú hava verið í verkfalli í meira enn eina viku.

Tað upplýsir formaðurin fyri Dansk Pilotforening, Henrik Thyregod, fyri Ritzau.

Hetta hendir eftir at SAS í gjár, mánadagin, bjóðaði flogskiparunum inn til nýggjar samráðingar.

Samráðingarnar slitnaðu seinasta mánadag, og síðan hava umleið túsund flogskiparar verið í verkfalli.

Mett verður, at SAS missir umleið 90 milliónir krónur um dagin so leingi, sum flogskipararnir nokta at flúgva.

Umleið túsund SAS-flogskiparar úr Danmark, Noregi og Svøríki, hava verið í verkfalli síðan 4. juli. Higartil hevur verkfallið kostað SAS yvir 600 milliónir krónur.

Ein partur av orsøkini til ósemjuna millum SAS og flogskipararnar er, at SAS undir koronukreppuni mátti siga umleið helmingin av flogskiparunum úr starvi. Ætlanin var, at hesir skuldu fáa starvið aftur, tá tørvur varð á tí.

Flogskipararnir eru nú ónøgdir við, at SAS setir nýggjar flogskiparar í starv til heilt aðrar treytir í dótturfeløgunum SAS Link og SAS Connect, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder