SAS er í løtuni í samráðingum við flogskiparar, sum hava verið í verkfalli seinastu tvær vikurnar.
Seint í gjárkvøldið fóru partarnir hvør til sítt eftir drúgvum samráðingum, og samráðingarleiðarin hjá SAS, Marianne Hernæs sigur, sambært Ritzau, at SAS vil hava eina semju í lag í dag, annars finst eingin loysn.
Tað verður áyrgdarleyst, tá SAS missur so nógvar pengar, sigur hon. Higartil hevur verkfallið kostað SAS upp móti eina milliard krónur.
– Tað verður ábyrgdarleyst at halda fram. Hesum nærkast vit í dag. Tað er ein sera, sera álvarsom støðu. Vit hava verið í samráðingum í tríggjar-fýra vikur og í stríð í yvir tvær vikur.
Og umboð hjá flogskiparunum eru samdir um, at samráðingarnar mugu fáa ein enda.
Henrik Thyregod, formaður fyri flogskipararnar í Danmark, sigur, at samráðingarnar noyðast at fáa ein enda skjótt, tí hetta er óvirðiligt.
Martin Lindgren, ið umboðar svenskar flogskiparar sigur, at síðsta samráðingarumfarið verður í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald