2021-02-09 10:31

Á páskum tekur stóra skandinaviska flogfelagið, SAS, uppaftur flúgvingina millum Keypmannahavn og Vágar.
Flogfelagið hevur í dag kunngjørt sína rúgvismiklu ferðaætlan fyri 2021 – treytað av, at koronaavmarkingarnar verða slakaðar.
Og her framgongur tað, at fyrsti túrur hjá SAS til Føroya verður skírisdag 1. apríl. Tær báðar fyrstu vikurnar av apríl verða gjørdir ávikavist tveir og tríggir túrar, men frá mánadegnum 12. apríl verður flogið hvønn dag í viku.
Flogið verður allar sjey dagarnar í vikuni fram til november, tá givist verður at flúgva leygardagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald