Skandinaviska flogfelagið SAS hevur tryggjað sær eitt lán á 700 milliónir dollarar frá amerikanska Apollo Global Management. Hendan upphæddin svarar til uml. 5,1 milliardir krónur.
Í juli boðaði SAS frá, at felagið hevði søkt um konkursverju í USA, so felagið kundi fráa frið at gera umfatandi broytingar í rakstrinum, sum m.a. umfata skerjingar í útreiðslum til starvsfólk og nýggja fígging. Endamálið er m.a. at spara 7,5 milliardir svenskar krónur um árið – 5,3 milliardir í okkara krónum.
Tær 700 milliónirnar, sum SAS nú hevur fingið, skal tryggja, at SAS kann halda fram við virkseminum og gjalda løn í níggju til 12 mánaðir, sum tilgongdin í USA væntandi fer at vara.
Nú kann SAS hugsavna seg fullkomiliga um at framskunda ætlanina SAS Forward, ein bjargingarætlan, sum varð løgd fram í februar, sigur formaðurin í felagnum.
Avtalan við Apollo Global Management skal góðkennast av dómstólinum í USA, har SAS hevur søkt um konkursverju. Hetta verður væntandi avgreitt miðskeiðis í september, boðar SAS frá sambært Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald