Uttanlands

SAS verkfall rakar 72.000 ferðandi í dag

Sáttmálasamráðingarnar við flogskipararnar slitnaðu í nátt

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-04-26 07:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað eru ikki bert tey, sum ætlaðu sær við SAS til ella úr Føroyum í dag, sum eru rakt av verkfallinum hjá flokskiparunum hjá SAS. Umleið 72.000 ferðandi eru rakt eftir at samráðingarnar millum SAS og felagið hjá flogskiparunum ikki komu á mál, skrivar dr.dk.

Hetta merkir, at SAS flogskiparar úr Danmark, Svøríki og Noregi eru farnir í verkfall í dag.

Sambært Oslo Fondsbørs verða 673 fráferðir hjá SAS avlýstar í dag, og hetta rakar umleið 72.000 ferðandi.

Henrik Thyregod, sum er næstformaður hjá donsku flogskiparunum, heldur ikki, at krøvini hjá teimum hava verið órímilig, eins og SAS hevur víst á.

- Tað snýr seg um okkara arbeiðsviðurskiftir. Vit hava biðið um at fáa somu viðurskifti, sum flogskiparar í øðrum lágprísfeløgum hava, har møguleiki er at vita frammanundan, hvussu arbeiðast skal, og at vit fáa fýra dagar frí um vit hava verið til arbeiðis og burtur heimanífrá í fimm dagar, sigur hann við dr.dk.

Hjá SAS er tað soleiðis, at flogskiparar ikki kenna sínar arbeiðstíðir frammanundan. Teir fáa arbeiðsætlanina 14 dagar áðrenn hon kemur í gildi, og tað kann koma fyri, at teir skulu til arbeiðis sjey vikuskifti á rað. Hetta halda flogskipararnir vera órímiligt, sambært Henrik Thyregod.

Enn er ringt at siga, hvussu leingi verkfallið fer at varða eftir at samráðingarnar slitnaðu í nátt. Tá vóru tilsvarandi samráðingar í Svøríki og Noregi eisini slitnaðar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder