Innanlands

Sasho setur stóran familjusangleik upp í Norðurlandahúsinum

Seinasta hond verður løgd á familjusangleikin “Julius í Likkudali”, sum verður sýndur síðst í november

Sasho Bjartsson við leikritinum í hondini (Mynd: Sverri Egholm)

Sasho Bjartsson við leikritinum í hondini (Mynd: Sverri Egholm)

2022-10-12 18:00 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðst í november sleppa familjur til nýskrivaðan føroyskan sangleik á landsins størsta palli, sum hevur fingið heitið – Julius í Likkudali.

Tað er Sasho Bjartsson, sum stendur fyri framleiðsluni, og hevur skrivað leikritið til sangleikin, sum verður sýndur í Norðurlandahúsinum síðst í novembermánað.

Hann greiðir soleiðis um søgugongdina:

- Nýskrivaði familjusangleikurin snýr seg um eina føroyska familju, sum býr í hugnaligu jólagøtuni í Likkudali. Sonurin er spentur, tí jólini nærkast, tó stúrir hann fyri, at pápin fær skipsboð, áðrenn jólaaftan.

- Gleðin er stór, tá pápin kemur heim, men hví fer pápin ikki til løgregluna við taskuni, sum hann fann á jólagøtuni á veg heim? Pápin fortelur ikki húskinum, at taskan er ein heilt serlig taska. 

Til sangleikin eru sjey sangir framleiddir. Tað eru kend nøvn innan tónleikin, sum hava snikkað tekstir og løg, so sum Jens Marni Hansen, Signar í Homrum, Beinir Troest Rasmussen og Hjørdis Johansen.

Sangirnir verða í hesum døgum spældir inn í studio hjá Kristoffer Mørkere.

“Julius í Likkudali” verður bara sýndur síðsta vikuskiftið í november. Frumsýning verður fríggjadagin 25. november.

Fólk handan familjusangleikin
Leikstjóri - Elias Magnussen
Tónleikaframleiðari - Kristoffer Mørkere
Sangir - Jens Marni Hansen, Signar í Homrum, Beinir Troest Rasmussen og Hjørdis Johansen
Kórskipari - Edith Dahl Jakobsen
Koreografur -  Diana Hansen
Pallur - Sasho Bjartsson / Glasir
Ljóssniðgevi - Villam Soo Joensen
Framleiðslustjóri -  Sasho Bjartsson

Leikarar
Bjarki Virgarsson Trondesen 
Ann Chanett Danielsen
Petur Meinhard Ellebye Andersen
Rógvi Brekku Dam
Julius í Likkudali 

Kór og dansarar
Anna Helena Eysturoy Lassen, Astrið Hanusardóttir av Steinum, Elisabeth Nielsen, Elisabeth Árting Mørk, Eva Kjelnæs Patursson, Hildur Tróndheim Johansen, Katy Mindru, Katrin Lamain í Horni, Marjun Fríða Lamain í Horni, Mikala á Heygum Niclassen, Stella Djurhuus á Neystabø, Unnur Tróndheim Johansen, Vera Alstrup Vang, Freya Loredana Winther Stefania, Ingrún Hentze Danielsen, Jóna Reinert Joensen, Olivia Reinert Joensen, Alicia Róadóttur Kalsø, Elisabeth Atlantha Davidsen, Jóhanna Rúnadóttir Hvannastein, Natasja Gaardbo á Løgmannsbø, Gunnhild Oliva Gunnarsdóttur Højsted, Silja Trúgvadóttir, Vár Dánjalsdóttir í Húsinum, Katrin Pippa Joensen, Lilja Debes av Teigum og Gunnrið Emma Mikkelsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder