2020-01-03 20:45
Tað var nær við, men tað eydnaðist tíverri ikki Kristinu Johannesen av Sandi at vinna Gekkin í kvøld. Hon kom ígjøgnum við fullari plátu, og deildi upphæddina sum í kvøld var 1,1 millión í trý - 400.000 krónur hvør.
í fyrsta snari lendi Kristina Johannesen á 10.000 krónur, og hevði tryggjað sær 50.000 krónur. Í aðru royndini fór Kristina tríggjar seymir framvið bláa leypinum og stóð við 37.500 krónum. Í triðju royndini gekk heldur ikki, og Kristina lendi á 10.000 krónum.
- Tað er eisini gott, fínasta slag, ljóðaði í horninum frá Kristinu Johannesen.
Næsta fríggjakvøld er Gekkurin 1,2 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald