Seinnapartin í gjár undirritaðu Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, sáttmála um at stykkja út grundøkir sunnanfyri Hórheiðar á Skála.
Mynd: Runavíkar Kommuna
Runavíkar Kommuna skrivar, at talan er um 27 grundøkir. Við í útstykkingini eru planering av grundøkjunum, kansteinar, gongubreytir, gøtuljós, asfaltering og rottangar. Grundstykkjaprísurin á Skála er, sambært viðtøku í byráðnum hin 31. mai 2018, - 575 kr. fyri fermeturin. Sáttmálakostnaðurin er 17.763.039 krónur.
Málið hevur verið leingi í umbúna, men nú er jørðin keypt, og klárt er at fara undir verkætlanina. Sambært sáttmálanum er Articon komið á mál við arbeiðnum um eitt ár - í november mánaðai 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald