Innanlands

Sáttmáli gjørdur fyri sløkkiliðsfólk á Vága floghavn

12. desember skrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið undir sáttmála fyri sløkkiliðsfólk hjá Vága floghavn

Vága floghavn (Savnsmynd)

Vága floghavn (Savnsmynd)

2023-12-19 12:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á sumri í fjør gjørdu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið avtalu um at yvirtaka sáttmálaviðurskiftini hjá sløkkiliðsfólkum hjá Vága Floghavn, sum frammanundan vóru skipað undir avtalu millum Vága Floghavn og danska fakfelagið HK.

Hetta seinasta árið hava Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið arbeitt við at skriva ein fullfíggjaðan kollektivan sáttmála, og týsdagin 12. desember varð komið á mál við hesum arbeiði, tá partarnir skrivaðu undir nýggjan sáttmála, skrivar Vinnuhúsið.

Sáttmálin kann sigast upp av báðum pørtum við 3 mánaða freist, tó í fyrsta lagi 1. januar 2025.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder