Eiðis kommuna og Sp/f Búð undirskrivaðu gamlárskvøld, 31. desember 2024, sáttmála við um bygging av Húsinum millum Vatna.
Á økinum norðanfyri fótbóltsvøllin, tætt við dagstovnin Korndalsgarð og Hólmahúsið, verður ein nýggjur og nútímans bygningur bygdur. Húsið fer at avloysa núverandi Eiðisstovu, frítíðarskúla og ungdómshús.
Nýggja húsið verður í tveimum hæddum á umleið 450 fermetrar hvør hæddin. Tað verður hitað við grønari orkuskipan.
Bygningurin verður ein nýggjur miðdepil fyri samveru og fjølbroyttum frítíðarvirksemi í kommununi. Húsið er ætlað sum eitt stað, har tey ungu saman við teimum eldru, eru við til at skapa og menna felagsskapin.
Eiðis kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald