Innanlands

Sáttmáli gjørdur um viðarlund og trivnaðarøki á Argjum

Sáttmáli millum Urtagarðstænastuna og Tórshavnar kommunu varð undirskrivaður hósdagin, og ætlanin er, at arbeiðið er liðugt 1. desember

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-04-08 16:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár varð sáttmáli undirskrivaður við Urtagarðstænastuna um at gera ætlaðu viðarlundina og trivnaðarøkið á Argjum, sum Tórshavnar býráð samtykti í sambandi við risastóru útstykkingarnar á Argjahamri.

Býráðið samtykti í fjørsummar at søkja Búnaðarstovuna um keyp av lendi til útstykking umframt viðarlund á Argjum.

Talan er um at gera upp til 200 nýggjar bústaðareindir omanfyri Argjahamar við Glyvursvegin. Tað verður tætt og blandað byggjarí við rað- og randarhúsum og møguliga einstøkum sethúsum, skrivar Tórshavnar kommuna.

Heimari endin á Glyvursvegnum omanfyri Argjahamar móti rundkoyringini verður fluttur burturfrá havagørðunum og nakað niðaneftir. Samstundis verður gjørd ein viðarlund niðanfyri Argjahamar og heimeftir undir Glyvursvegnum.

Ein ætlan er gjørd fyri komandi viðarlundina og trivnaðarøkið, soleiðis at tað verður væl skipað við trøum, plantum, lendisgøtum, uppihaldsøkjum vm.

Ætlanin fyri viðarlundina og trivnaðarøkið á Argjum varð boðin út til veitarar innan lendisarkitektur. Fýra veitarar lótu inn tilboð, og eftir samráðingar fall valið á Urtagarðstænastuna.

Í gjár varð so sáttmáli undirskrivaður við Urtagarðstænastuna, sum fer í gongd við arbeiðið beinanvegin. Ætlanin er at arbeiðið er liðugt 1. desember í ár.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder