Innanlands

Sáttmáli um bryggjuna í Vágsbotni undirskrivaður

Nú verður farið undir at breiðka bryggjuna í Vágsbotni frammanfyri sølubásarnar – Tórshavnar kommuna og Articon undirskrivaðu sáttmála um arbeiðið týsdagin

Frá vinstru Kári Johansen, formaður í havnanevndini, Jón Sigurdson, stjóri í Articon, og Heðin Mortensen, borgarstjóri (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Frá vinstru Kári Johansen, formaður í havnanevndini, Jón Sigurdson, stjóri í Articon, og Heðin Mortensen, borgarstjóri (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-05-19 14:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú verður farið undir at breiðka bryggjuna í Vágsbotni frammanfyri sølubásarnar.

Tórshavnar kommuna skrivaði týsdag seinnapart undir sáttmála við Articon um arbeiðið.

Tórshavnar býráðið samtykti 29. apríl at taka av einum tilboði frá Articon uppá eina sokallaða elementloysn. Hetta merkir, at bryggjukanturin framman fyri sølutorginum í Vágsbotni verður breiðkaður 2,5 metrar umleið 35 metrar framvið bryggjuni, skrivar kommunan á heimasíðuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder