Innanlands

Sáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og RTS

Um middagsleitið í dag undirskrivaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, vegna Nes kommunu og Svend Lamhauge, vegna RTS, nýggjan sáttmála um arbeiðið at leingja grótverjuna í Oyrunum við umleið 180 m

2022-09-29 18:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyrr í summar undirskrivaðu partarnir sáttmála um at leingja grótverjuna 80-90 m. Grótið, umleið 38.000 rúmmetrar, verður fingið til vega í bakkanum norðan fyri Saltsøluna. Tá varð eisini tilskilað, at um íbúðarverkætlanin á Regnavegnum gjørdist veruleiki, so skuldu partarnir aftur samráðast um útlegging av gróti frá tí økinum.

Mánakvøldið samtykti bygdaráðið at selja eini byggifyritøku lendið við Regnavegin, áleið 8.800 fermetrar, til íbúðarbygging. Í tí søluavtaluni er treytað, at kommunan eigur grótið, men skal bert gjalda fyri flutningin av grótinum oman í Oyrarnar. Grótnøgdin í tí økinum verður mett til 70.000 rúmmetrar.

Tað verður mett, at samlaða grótnøgdin, áleið 108.000 rúmmetrar, fer at røkka til at leingja grótverjuna í Oyrunum 180 metrar.

Nes kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder