Innanlands

Sáttmáli undirskrivaður til nýggja Sjóvinnustýrið

Sáttmálin til nýggja Sjóvinnustýrið, er undirskrivaður í dag – Byggingin skal verða liðug í mai 2023

(Mynd: Jákup F. S. Olsen)

(Mynd: Jákup F. S. Olsen)

2021-06-14 14:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Samkoma var á Fiskastykkinum í Sandavági í morgun, har stjórin á Landsverki, Sigurd L. Lamhauge og stjórin á Búsetur, Sjúrður Holm undirskrivaðu sáttmálan til nýggja Sjóvinnustýrið.

Heildararbeiðstøkusáttmálin er á knappar 23,8 mió, skrivar Landsverk.

Sigurd L. Lamhauge bjóðaði vælkomin, síðani bar Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, fram røðu. Ragnar Zachariasen frá ZETA arkitektum hevði eisini eina framløgu um nýggja Sjóvinnustýrið, sum skal staðsetast á Giljanesi.

Prosjekteringin er farin í gongd, og skal hon verða liðug í desember 2021. Byggingin skal verða liðug í mai 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder