2021-03-13 15:10

Hósdag fyrrapart skrivaði Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu og Grevstur og plannering v/Eggaba Andreasen í Sandavági undir arbeiðstøkusáttmála viðvíkjandi spillvatnsætlan í Sandavági.
Lisitatiónin var 18. desember í fjør, har tvey tilboð komu inn, og tað var Grevstur og planlegging v/Eggaba Andreasen, sum átti lægsta tilboðið.
Sambært Vága kommunu verður spillvatnið lagt frá Valloyruni og vestur móti Tváttá, og arbeiðið skuldi fara í gongd beinanvegin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald