Innanlands

Sáttmáli undirskrivaður um umskipan í Sandavági

Nú ein felags pantskipan fyri allar Føroyar verður sett í gildi, kann ein 1200 m² stór høll byggjast í grótbrotinum í Sandavági. IRF skal umsita skipanina, ið skal handfara umleið 15 milliónir íløt um árið

- Nýggja skipanin inniber, at fólk kunnu sleppa av við øll síni pantuíløt á einum stað, samstundis sum tað verður lættari hjá handlunum at handfara íløtini. Vága kommuna skal hýsa, og IRF umsita (Mynd: vaga.fo)

- Nýggja skipanin inniber, at fólk kunnu sleppa av við øll síni pantuíløt á einum stað, samstundis sum tað verður lættari hjá handlunum at handfara íløtini. Vága kommuna skal hýsa, og IRF umsita (Mynd: vaga.fo)

2024-05-23 14:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Í morgun, tann 23. mai 2024, var ein týðandi sáttmáli undirskrivaður á kommunuskrivstovuni í Vága kommunu. Bjarni Prior, borgarstjóri, og Gunvá við Keldu, nevndarforkvinna í IRF (Interkommunala Renovatiónsfelagsskapinum), skrivaðu undir ein leigusáttmála um eitt øki, sum skal nýtast til móttøku, viðgerð og avskipan av pantuíløtum.

Hetta skrivar Vága kommuna á heimasíðu sínari í dag í samband við sáttmálan um stóru umskipanarhølluna. Avtalan millum kommununa og IRF inniber, at ein 1200 m² stór høll verður bygd í grótbrotinum í Sandavági. Har skal alt panti í landinum enda.

Bjarni Prior sigur, at hetta hevur verið ein longri tilgongd við nógvum samráðingum seinastu mánaðirnar um staðsetingina av høllini. Hann leggur afturat, at hetta fylgir hugsanunum hjá Vága kommunu um, at virksemið í grótbrotinum skal hava fokus á umhvørvi og menning av endurnýtslu. Nýggja samstarvið kann eisini fáa stóran týdning fyri bæði umhvørvið og trivnaðin hjá borgarunum.

Avtalan kemur í kjalarvørrinum av Løgtingið í síðstu viku tók undir við einum uppskoti frá Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinnu, um eina nýggja felags pantskipan fyri alt landið. Í mong ár hevur verið arbeitt við at fáa á stovn eina felags pantskipan, ið skal gera tað lættari og smidligari hjá fólki at sleppa av við pantíløt.

- Nýggja skipanin inniber, at fólk kunnu sleppa av við øll síni pantuíløt á einum stað, samstundis sum tað verður lættari hjá handlunum at handfara íløtini. IRF fær ábyrgdina av at umsita skipanina, heinta íløt frá handlum, gjalda handlum pantið og syrgja fyri, at íløtini verða endurnýtt og endurvunnin. Talan er um eina skipan, ið skal handfara umleið 15 milliónir íløt um árið, skrivar vaga.fo.

Tað er ikki endaliga greitt, nær byggingin í grótbrotinum í Sandavági fer fram.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder