Innanlands

Sáttmáli undirskrivaður um vegin omanfyri Argjahamar

Hægsta raðfestingin hevur verið at fáa lagt vegin so skynsamt sum gjørligt í lendið, fyri síðani at planleggja ítøkiligu byggingina á staðnum, har einar 200 íbúðareindir verða gjørdar, sigur Tórshavnar kommuna

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-04-30 09:41 Author image
Alda Nielsdóttir

Fríggjadagin undirskrivaðu Articon og Tórshavnar kommuna sáttmála um vegagerðina omanfyri Argjahamar, har nýggja stóra útstykkingin verður.

Vegagerðin er ein fortreyt fyri, at stóra útstykkingararbeiðið kann fara í gongd, og samstundis verður vegurin fluttur úr túnunum hjá fólki í ovastu røð og væl niðaneftir, skrivar Tórshavnar kommuna.

Vegurin er einar 600 metrar langur og gongur út í Glyvursnesvegin hjá festaranum.

Hægsta raðfestingin hevur verið at fáa lagt vegin so skynsamt sum gjørligt í lendið, fyri síðani at planleggja ítøkiligu byggingina á staðnum, har einar 200 íbúðareindir verða gjørdar.

Les eisini: Gera veg og fara at stykkja út 200 búeindir á Argjahamri


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald