Innanlands

Sáttmálin gongur út á midnátt

Føroya arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini samráðast framvegis

Partarnir sita í løtuni á Hotel Føroyum. Sáttmálin, ið upprunaliga skuldi ganga út mánakvøldið á midnátt, er nú galdandi til á midnátt

Partarnir sita í løtuni á Hotel Føroyum. Sáttmálin, ið upprunaliga skuldi ganga út mánakvøldið á midnátt, er nú galdandi til á midnátt

2022-05-03 15:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sáttmálirnir millum Føroya arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini - tey í Havn og í Klaksvík - stóð til at ganga út 1. mai, men varð longdir til 3. mai á midnátt.

Samráðingar um nýggjan sáttmála byrjaðu 7. apríl, nakrar vikur eftir at sáttmálakrøvini vórðu latin.

Hetta skrivar Kringvarpið, sum í dag skrivar um verandi støðu, ið er tann, at partarnir sita á Hotel Føroya. Samráðingarnar vórðu tiknar uppaftur har fyrrapartin, og nú skulu tey royna at finna eina loysn skjótt.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder