Innanlands

Sáttmálin undirskrivaður til Fámjinstunnilin

Í gjár varð sáttmálin millum Landsverk og J&K Petersen um arbeiðið at gera tunnil og vegirnar til nýggja Fámjinstunnilin, undirskrivaður

Uni Rasmussen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverk og Stein Olvur Petersen, stjóri hjá J&K Petersen (Mynd: Landsverk)

Uni Rasmussen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverk og Stein Olvur Petersen, stjóri hjá J&K Petersen (Mynd: Landsverk)

2022-05-26 10:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð sáttmáli til nýggja Fámjinstunnilin undirskrivaður.

Tað vóru Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverk og Stein Olvur Petersen, stjóri hjá J&K Petersen, sum skrivaðu undir sáttmálan.

Hetta hendi á lítlari samkomu á Landsverki, har fólk sum hava arbeitt við verkætlanini vóru hjástødd, umframt at Uni Rasmussen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, eisini var til staðar.

Fámjinstunnilin verður umleið 1200 metrar langur, við tveimum breytum. Tunnilin far alla ta kravdu trygdarútgerðina, ið ein tílíkur tunnil skal hava í dag, skrivar Landsverk.

Tað er LBF, ið hevur staðið fyri prosjekteringini av verkætlanini.

Avtalan við J&K Petersen er á umleið 150 milliónir krónur, men samlaði kostnaður fyri alla verkætlanina er mettur at vera 207 milliónir krónur.

Seinni í ár er ætlanin at bjóða el-arbeiðið í tunlinum út, ið er alt arbeiðið, við eitt nú ljósum og trygdarskipanini.

Ætlanin er at arbeiðið byrjar sum skjótast á plássinum í Ørðavík, har J&K Petersen fyrst byrjar at grava av fyri vegnum, ið skal ganga fram til tunnilsmunnan. Eftir ætlan byrjar sjálvt tunnilsarbeiðið seinni í ár, og øll verkætlanin skal eftir ætlan vera liðug miðskeiðis í 2024, skrivar Landsverk.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder