Uttanlands

Saudiarabia letur markið til Katar uppaftur

Arabiski stongsulin av Katar verður nú helst avblástur

Friðarligt á markinum í morgun (Mynd: Al Jazeera)

Friðarligt á markinum í morgun (Mynd: Al Jazeera)

2021-01-05 08:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Saudiarabia hevur latið upp aftur markið til grannalandið Katar, skrivar Al Jazeera-tíðindatænastan.

Boðini komu í gjár beint undan toppfundinum í The Gulf Cooperation Council, sum er samstarvsráðið fyri flógvalondini Bahrain, Kuvait, Sameindu arabisku Emiratini, Oman, Katar og Saudiarabia.

Kuvaitiski uttanríkisráðharrin visti, sambært Al Jazeera, at siga, at Saudiarabia hevði ætlanir um at eisini at lata upp bæði loftrúm og sjóøki.

Saudiarabia, emiratini, Bahrain og Egyptalandi tóku í juni 2017 stig til at boykotta Katar. Stjórnin í Doha varð ákærd fyri at stuðla yvirgangi og fyri at hava ov tætt tilknýti til Iran.

Katar hevur áhaldandi víst aftur skuldsetingunum og sagt, at onki hald var í teimum.

Al Jazeera skrivar, at friðarligt var á markinum millum Katar og Saudiarabia í morgun. Ikki er heilt greitt hvørjar reglur eru galdandi, men í løtuni loyvir Katar ikki fólkum inn í landið, sum ikki eru búsitandi í Katar, hetta orsaka av covid-19-tiltøkunum.

Leiðarin í Katar Emir Sheikh Tamim bin Hamad al-Thani fer í dag til Riyadh í Saudiarabia fyri at vera við á arabiska toppfundinum. Al Jazeera væntar, at ein semja verður undirskrivað í hesum sambandi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder