Fyri fyrstu ferð fer Saudiarabia, at lata dyrnar upp fyri útlendskum ferðafólkið, við nýggjum ferðafólka innfararloyvi.
Higartil hevur tað bert verið loyvt, at vitja landið í arbeiðsørindum, at vitja familju ella á átrúnaðarligum pílagrímsferðum til býirnar Medina og Mekka.
Hetta er ein partur av eini búskaparligari broyting, ið skal gera landið minni heft av oljuni. Tískil skal ferðavinna gerast ein størri partur av búskapinum framyvir.
Í dag er telja inntøkur frá ferðavinnuni trý prosent av BTÚ hjá Saudiarabi. Stjórnin vónar at tað framyvir skal vaksa til tíggju prosent.
Harafturat ætlar landið, at linna um lógirnar fyri hvussu kvinnur skulu vera klæddar. Saudiarabisku kvinnurnar bera tann sokallaða abaya búnan, ið fjalir allan kroppin. Men útlendskar kvinnur kunnu hava “sømilig klæðir” verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald