Uttanlands

Saudiarabia: Metnógvar avrættingar í ár

Higartil í ár eru 198 fólk avrættað, sum er tað hægsta síðan 1990

Mohammed bin Salman, krúnprinsur í Saudiarabia (Mynd: EPA)

Mohammed bin Salman, krúnprinsur í Saudiarabia (Mynd: EPA)

2024-09-29 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Higartil í ár eru 198 fólk avrættað í Saudiarabia, upplýsir mannarættindafelagsskapurin Amnesty International.

Hetta er hægsta talið, síðan felagsskapurin byrjaði at uppgera talið á avrættingum í 1990.

Áðrenn hetta var hægsta talið í 2022, tá 196 fólk, sambært Amnesty International, vórðu avrættað í Saudiarabia.

Í 2022 segði saudiarabiski krúnprinsurin, Mohammed bin Salman annars við amerikanska miðilin The Atlantic, at landið var farið burtur frá deyðarevsing undantikið tá talan var um drápsmál, ella um ein persónur var ein hóttan móti nógvum lívum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder