Saudiarabiski kongurin Salman bin Abdulaziz Al Saud er vorðin innlagdur á sjúkrahúsi í saudiarabiska høvuðsstaðnum Riyadh, upplýsir hovið fyri saudiarabisku tíðindastovuni Saudi Press Agency.
Salman kongur er 84 ár, og hann hevur sitið á trónuni, síðan 2015. Orsøkin til innleggingina skal vera ein bruni í gallbløðruni. Meira verður ikki upplýst.
Tað er tó sjáldan, at Saudiarabia kemur við upplýsingum um heilsustøðuna hjá Salman kongi.
Irakiski forsætisráðharrin, Mustafa al-Kadhimi, skuldi eftir ætlan vitja Saudiarabia í dag, men tann vitjanin er nú útsett, skrivar Ritzau.
Undir leiðsluni hjá Salman kongi hevur Saudiarabia sett fleiri fíggjarligar nýskipanir í verk, sum m.a. skulu tryggja, at landið framyvir kann gerast minni bundið av oljuframleiðslu. Eisini hava kvinnur fingið fleiri rættindi. Uttanríkispolitikurin er eisini vorðin meira áleypandi. T.d. luttekur Saudiarabia í krígnum í grannalandinum Jemen.
Sonur Salman kongi, Mohammad bin Salman, er landins krúnprinsur og verður av mongum sæddur sum veruligi leiðarin í landinum.
Amerikanska fregnartænastan CIA hevur staðfest, at tað var krúnprinsurin, sum gav boðini um at drepa tíðindamannin Jamal Khashoggi, sum varð dripin í saudiarabiska konsulátinum í tyrkiska býnum Istanbul 2. oktober 2018.
Jamal Khashoggi, ið var amerikanskur ríkisborgari, var komin við nógvum atfinningum móti konginum og krúnprinsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald