Uttanlands

Saudiarabiski krúnprinsurin stuðlar Ukraina

Saudiarabia letur 400 milliónir dollarar til Ukraina, og eru tey í Saudiarabia til reiðar at átaka sær leiklutin sum semingsmaður í stríðnum millum Ukraina og Russland, sigur saudiarabiski krúnprinsurin

Saudiarabiski krúnprinsurin, Mohammed bin Salman hevur tosað í telefon við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

Saudiarabiski krúnprinsurin, Mohammed bin Salman hevur tosað í telefon við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

2022-10-15 12:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Saudiarabiski krúnprinsurin, Mohammed bin Salman boðar í dag frá, at Saudiarabia letur 400 milliónir dollarar – góðar tríggjar miliardir krónur – í neyðhjálp til Ukraina.

Sambært Ritzau hevur saudiarabiski krúnprinsurin tosað í telefon við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj fríggjadagin.

Krúnprinsurin segði m.a. við Zelenskyj, at hann og land hansara fóru at hjálpa við øllum, Ukraina hevði tørv á. Eisini segði hann, at Saudiarabia er til reiðar at átaka sær leiklutin sum semingsmaður undir krígnum millum Russland og Ukraina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder