Kirkjuliga Heimamissiónin hevur í mong ár havt ein fastan talvudag í kirkjunum. Talvudagurin er vanliga sexagesima sunnudag – 2. sunnudag fyri føstu – sum í ár er 24. februar.
Virksemið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, sum er ein sjálvstøðug rørsla innan Fólkakirkjuna, er stórt og umfevnandi. Heimamissiónin fæst við familju-, barna- og ungdómsarbeiði, hevur trúboðarar í Føroyum og millum sjófólk. Harafturat hevur Heimamissiónin ein nýggjan netmiðil, trubodin.fo, og rekur Leguhúsið í Nesvík, sum hvørt ár er karmur um eina røð av barna- og ungdómslegum, har hópur av børnum og ungum hugna sær í tryggu karmunum í Nesvík.
Kirkjuliga Heimamissiónin verður í stóran mun fíggjað av gávum. Talvudagurin er tí ein góður fíggjarligur stuðul til virksemið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald