Innanlands

Savna spillivatnið í Skálafirði

Kommunan gjørt avtalu við JHR, sum fevnir um húsini í syðra partinum av bygdini og um at leingja havleiðingar

(Mynd: Runavíkar kommuna)

(Mynd: Runavíkar kommuna)

2023-08-21 17:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Rúni Petersen og Tórbjørn Jacobsen, ávikavíst stjóri í JHR og borgarstjóri í Runavíkar kommunu, hittust í morgun í skúlanum í Skálafirði. Endamálið við fundinum var at undirrita sáttmála millum partarnar, um at fara undir spillivatnsverkætlan í Skálafirði.

Hetta snýr seg um framhald av tí sum er gjørt, og fevnir um húsini í syðra partinum av bygdini og um at leingja havleiðingar. Sigrid J. Dalsgaard, verkfrøðingur, hevur fyrireikað ætlanina, skrivar Runavíkar kommuna.

JHR hevur farnu árini framt fleiri spillivatnsverkætlanir fyri Runavíkar kommunu, og fyritøkan er ein av mongum dugnaligum verktakarum, sum hava heimstað í kommununi.

Spillivatnsætlanin við at savna allar leiðingar, og føra tær út á sjógv, er nú komið somikið væl áleiðis í Runavíkar kommunu, at í dag eru 95 prosent av høvuðsætlanini avgreidd, tá mett verður eftir fólkatali í teimum 15 bygdunum í kommununi.

Tá arbeiðið í Skálafirði er liðugt, eru smærri arbeiðir eftir í Funningi, á Skipanesi og á Lambareiði, soleiðis at upprunaligu krøvini frá Umhvørvisstovuni eru lokin.

- Runavíkar kommuna fór fyri 10 árum síðan undir hesa ætlanina, og áhaldandi hava býráðini árliga sett nakrar milliónir av til endamálið, og nú røkist umsíðir fyri, at vit røkka málinum í næstum. Í einari kommunu, sum er í stórum vøkstri, verður kortini ongantíð komið á mál. Umframt umvælingar, serliga á brimplássunum, skulu spillivatnsætlanir framhaldandi gerast fyri nýggjar útstykkingar, skrivar Runavíkar kommuna.

Kelda: runavik.fo

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder