Umvegis hópfíggingarsíðuna GoFundMe hava fólk í skrivandi stund savnað inn yvir 867.000 evrur til franska løgreglumannin, sum týsdagin í farnu viku skeyt og drap ein 17 ára gamlan drong í býnum Nanterre.
Tað svarar til 6,5 milliónir krónur.
Endamálið við innsaviningini er at stuðla familjuni hjá løgreglumanninum, sum nú er varðhaldsfongslaður og skuldsettur fyri dráp.
– Hann passaði sítt arbeiði og rindaði ein høgan prís, siga stigtakarar til innsavningina sambært Ritzau.
Ein av stigtakarunum er Jean Messiha, fyrrverandi limur í Front National. Hann stuðlar franska politikaranum Eric Zemmour, sum var ein av valevnunum hjá høgravonginum á seinasta forsetavalinum. Hann gjørdist nummar fýra í fyrsta valumfarinum og slapp ikki longur, skrivar Mirror.
Ófriður hevur verið í Fraklandi seinastu vikuna, og higartil eru fleiri enn 3.000 fólk handtikin, og hundraðtals løgreglu- og sløkkiliðsfólk eru vorðin særd. Seinastu næturnar hava tó verið færri handtøkur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald