Innanlands

Savnaðu knappar tríggjar milliónir inn

Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi gav 2,9 milliónir krónur

Barbara Holm og Eyðun Klakstein avdúka upphæddina sum er savnað inn (Skíggjamynd: Televarpið)

Barbara Holm og Eyðun Klakstein avdúka upphæddina sum er savnað inn (Skíggjamynd: Televarpið)

2021-11-21 21:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi, sum í kvøld varð send á Rás1 hjá Televarpinum, er júst av, og greitt er, at knappar tríggjar milliónir komu inn.

Nágreiniliga hava føroyingar latið 2.928.660 krónur í stuðli til Reyða Kross.

[object Object](Skíggjamynd: Televarpið)

- Vit eru sera sera takksom fyri innsatsin, sum føroyingurin hevur gjørt. Privatpersónar og vinnan hava staðið saman um hendan felagsskapin og hava stuðlað okkum, segði ein takksamur formaður í Reyða Krossi, Jóannes Eidesgaard, tá sendingin, sum vardi í knappar tveir tímar nærkaðist móti endanum.

Barbara Holm og Eyðun Klakstein, vertir, upplýstu, at innnsavningin heldur fram, og tað ber til at lata sín stuðul restina av mánaðinum.

Peningurin fer til ymiskt arbeiði hjá Reyða Krossi, bæði her heima í Føroyum, men eisini uttanlands.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder