Innanlands

Savnaðu omanfyri fimm milliónir til Bláa Kross

Landsinnsavningartilakið hjá Bláa Krossi gav knappar 5,2 milliónir krónur

Sára Jógvansdóttir og Jákup Dahl vóru vertir til innsavningina (Skíggjamynd: Kvf.fo)

Sára Jógvansdóttir og Jákup Dahl vóru vertir til innsavningina (Skíggjamynd: Kvf.fo)

2022-11-04 15:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landsinsavnanin hjá Bláa Krossi Føroya, sum varð send í sjónvarpinum leygardagin 1. oktober gav heilt fitt av peningi.

Nú alt er gjørt upp, er talið komið upp á 5.177.144,90 krónur.

- Landsinnsavnanin í ár var at fáa pening inn til fyribyrgjandi arbeiðið ímillum børn, ung og familjur í Føroyum, og at vísa á tey tilboð, ið Blái Krossur bjóðar. Blái Krossur Føroya er ein felagsskapur í støðugari menning, og við pengunum fáa vit ment fyribyrgjandi arbeiðið.

- Vit vilja so inniliga takka øllum føroyingum, ið hava stuðla okkum til hesa landsinnsavnanina - og sum heild fyri alla vælvild, vit møta, sigur Dakko Petersen, formaður í Bláa Krossi Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder