2021-11-06 21:43

3.265.834 krónur.
So nógv varð savnað inn í kvøld tá Kringvarpið í samstarvi við Kris og Sinnisbata skipaðu fyri stórum innsavningartiltaki í sjónvarpinum.
Tað gekk kanska heldur striltið í byjanini av sendingini, men so kom glið á, og at enda kom talið upp um tríggjar milliónir.
Øll sum stuðlaðu í kvøld vóru við í lutakastinum um ein Kia Ceed frá Bilrøkt, og hepni vinnarin gjørdist Jórun Wolles av Eiði.
Tá "Føroyar móti Krabba" var í mars mánað eydnaðist at savna beint yvir seks milliónir inn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald