Uttanlands

Scarlett Johansson hevur stevnt Disney

Black Widow varð tøkur á stroymingarpallinum Disney+ sama dag, sum filmurin kom í biografarnar. Sambært 36-ára gomlu sjónleikakvinnuni er hetta sáttmálabrot - tað kann kosta henni yvir 300 milliónir krónur, sambært Wall Street Journal

Disney vísur aftur, at talan er um sáttmálabrot - tøl vísa, at biografinntøkurnar minkaðu skjótt (Mynd: EPA)

Disney vísur aftur, at talan er um sáttmálabrot - tøl vísa, at biografinntøkurnar minkaðu skjótt (Mynd: EPA)

2021-07-30 09:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Scarlett Johansson er millum annað kend fyri leiklut sín sum Natasha Romanoff í í Marvel-alheiminum. Nýggjastu filmurin, har 36-ára gamla Hlloywood-stjørnan spælir hendan leiklutin, eitur Black Widow. Hann kom í biografarnar í USA 9. juli. Trupulleikin er, at hann eisini kom á stroymingarpallin Disney+ fyri júst trimum vikum síðani.

Hetta metir Johansson vera sáttmálabrot, tí filmurin ikki fær møguleikan at vera bert á stóra løriftinum í eina tíð. Orsøkin til at sjónleikakvinnan leggur í hetta er peningur, og talan er ikki um nakra lítia upphædd: Sambært Wall Street Journal kann hetta kosta Scarlett Johansson yvir 300 milliónir krónur - 50 milliónir dollarar. Hetta tí at inntøkurnar hjá tí persóninum, sum er í høvuðsleiklutinum, eru nógv tengdar at, hvussu filmurin stendur seg í biografunum.

Tøl úr USA vísa eisini, at hóast at sýningarnar av "Black Widow" seldu ógvuliga væl í byrjanini - best av øllum filmum síðani koronufarsóttina - so fór talið niður við áleið 70 prosentum eftir eina viku - hetta tí filmurin var jú tøkur á stroymingarpalli, ið nógv hava keypt sær atgongd til. Tað skrivar tv2.dk.

Val er tikið um at stevna Disney, og harvið kann avgerðin kosta stóra felagnum nógv. Sambært talsfólki hjá Walt Disney Co er tó einki hald í, at tað var í stríð við sáttmálan við Scarlett Johansson.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder