Uttanlands

Scholz: Ætli mær at tosa við Putin skjótt

Týski samveldiskanslarin, sum fleiri ferðir hevur tosað í telefon við russiska forsetan, ætlar sær at ringja til hann aftur skjótt og heita á hann um at taka russiska herin úr Ukraina, sigur hann

Týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz (Mynd: EPA)

Týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz (Mynd: EPA)

2023-06-10 14:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz ætlar sær at tosa við russiska forsetan, Vladimir Putin og heita á hann um at taka russiska herin úr Ukraina.

Scholz, sum hevur tosað í telefon við Putin fleiri ferðir, sigur, sambært Reuters, at hann ætlar sær at ringja til Putin aftur skjótt.

Hann sigur, at tað ikki er rímiligt at krevja, at Ukraina skal góðtaka, at russiskt hersettu økini gerast partur av Russlandi.

Scholz leggur afturat, at hann fer at arbeiða fyri at tryggja, at Nato ikki verður drigið inn í kríggið.

Sambært talsmanni hjá russisku stjórnini, Dmitri Peskov, er tó enn eingin avtala gjørd um nakra samrøðu millum Putin og Scholz.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder