Uttanlands

Scholz: Øll landamørk skulu virðast

Einki land eigur at stúra fyri størru grannunum, sigur týski samveldiskanslarin

Olaf Scholz á landsfundi hjá SPD í Berlin í dag (Mynd: EPA)

Olaf Scholz á landsfundi hjá SPD í Berlin í dag (Mynd: EPA)

2025-01-11 15:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Meginreglan um at virða landamørk er galdandi fyri allar statir, uttan mun til, um talan er um stórar ella lítlar statir, sigur týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz, sum í dag luttekur á landsfundinum hjá flokkinum SPD.

Hendan viðmerkingin kemur í kjalarvørrinum á útsøgnum hjá komandi amerikanska forsetanum, Donald Trump, sum sigur, at hann kann ikki útiloka brúk av hermegi fyri at fáa ræðið á Panamaveitini og Grønlandi.

Les eisini: Grønland í brennideplinum

– Einki land er garðurin hjá nøkrum øðrum. Einki land eigur at stúra fyri størru grannunum. Tað er kjarnin í tí, vit kalla vesturlendsk virði, sigur Scholz sambært Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder