Uttanlands

Scholz vitjar Xi í Beijing

Týski samveldiskanslarin hitti í gjár kinesiska forsetan og heitti á hann um at brúka sambandið millum Kina og Russland til at fáa ein enda á krígnum millum Russland og Ukraina

Týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz og kinesiski forsetin, Xi JInping (Mynd: EPA)

Týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz og kinesiski forsetin, Xi JInping (Mynd: EPA)

2022-11-05 15:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin vitjaði týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz í Kina. Har hitti hann kinesiska forsetan, Xi Jinping í høvuðsstaðnum Beijing.

Scholz heitti í hesum sambandi á Xi um at brúka sítt tilknýti til Russland til at fáa ein enda á krígnum millum Russland og Ukraina.

Hóast Kina ikki hevur stuðlað russisku innrásini í Ukraina, hevur kinesiska leiðslan síðani styrkt samstarvið við Russland, meðan onnur lond hava sett revsitiltøk í verk.

Í summar gjørdu Russland og Kina m.a. avtalu um at styrkja samstarvið innan fígging, vinnu, og flutning, og í september hittust Putin og Xi eisini í Usbekistan at umrøða samstarvið millum londini.

Týski samveldiskanslarin sigur, at Kina sum ein stór tjóð eisini hevur ábyrgd av at tryggja frið í heiminum.

Ritzau skrivar, at Olaf Scholz er fyrsti vesturlendski leiðarin at hitta, eftir at hann farna vikuskifti tryggjaði sær eitt triðja valskeið sum aðalskrivari hjá kinesiska kommunistaflokkinum.

Kinesiski forsetin sigur, sambært kinesiskum sjónvarpi, at hann vónar, at Kina og Týskland kunnu styrkja samstarvið landanna millum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder