Hóast fleiri demokratar og stuðlar seinastu tíðina hava heitt á amerikanska forsetan, Joe Biden um at taka seg úr forsetavalstríðnum, fær Biden framvegis stuðul frá demokratiska leiðaranum í Senatinum, Chuck Schumer.
– Sum eg havi sagt áður: Eg eri við Joe, segði Schumer á tíðindafundi í gjárkvøldið sambært Politico.
Hóast fleiri demokratar hava heitt á Biden um at taka seg úr valstríðnum, og amerikanski forsetin hevur mist fleiri fíggjarligar stuðlar sambært amerikonskum miðlum, hevur Biden ferð eftir ferð noktað at gevast.
Biden ætlar sær framvegis at verða uppstillaður á forsetavalinum í november, og hann ætlar sær eisini at vinna, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald