Mentan

Science Fiction í Húsinum hjá Karli

Mikukvøldið 18. november verður fyrilestur við Hanus Kamban í "Húsinum hjá Karli" í Norðragøtu – Hetta er fyrsta veruliga bókmentatiltak í hesum húsi

Tað er navnframi rithøvundurin, týðarin og essayisturin, Hanus Kamban, sum fer at halda fyrilesturin: “Vísindaskaldskapur (Science Fiction) frá 1816 til uml. 1990”

Tað er navnframi rithøvundurin, týðarin og essayisturin, Hanus Kamban, sum fer at halda fyrilesturin: “Vísindaskaldskapur (Science Fiction) frá 1816 til uml. 1990”

2020-11-10 18:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mikukvøldið 18. november kl. 20:00 verður fyrilestur í “Húsinum hjá Karli” í Norðragøtu.

Tað er navnframi rithøvundurin, týðarin og essayisturin, Hanus Kamban, sum fer at halda fyrilesturin: “Vísindaskaldskapur (Science Fiction) frá 1816 til uml. 1990”, sum snýr seg um sjangruna Science Fiction, um tey sum løgdu støði undir hann, um Mary Shelley við Frankenstein, Ray Bradbury, George Orwell, J.G. Ballard o.o. Høvi verður eisini at seta spurningar og tosa nærri um evnið aftaná fyrilesturin.

Fyri eini góðari viku síðani, hin 6. november, gav Hanus Kamban út sína nýggjastu bók, sum eitur “Tann sæla ræðslan”, og sum er eitt savn við 8 nýtýddum óhugnaligum stuttsøgum, sum eru týddar úr eingilskum, fronskum og týskum.

Tað er vert at býta merki í, at Hanus Kamban var tann fyrsti, sum nýtti hóskandi heitið Vísindaskaldskapur um sjangruna Science Fiction. Hetta var í sambandi við hansara verk “Tað nýggja Atlantis”, sum kom út í 2002, og sum er eitt savn av eitt sindur eldri týðingum Hanusar av klassiskum vísindaskaldskapi eins og ein viðgerð av sjangruini.

Hetta er fyrsta veruliga bókmentatiltak í “Húsinum hjá Karli” – fyrsta av mongum, vóna og ætla fyrireikararnir.

Vegna umstøðurnar er neyðugt at tekna seg, og áhugað kunnu skriva ella ringja til 211057 í seinasta lagi kl. 12:00 tann 18. november.

– Eysturkommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder