Sea Shepherd felagsskapurin hevur ongar ætlanir um at gevast við stíðnum fyri at fáa føroyingar at støðga við at drepa grind.
Bretska deildin hjá felagsskapinum, Sea Shepherd UK, hevur júst sent bræv út til øll reiðaríini, sum senda ferðamannaskip til Føroyar, við eini áheitan um at gevast við hesum so leingi grindadráp fara fram í Føroyum.
Í brævinum, dagfest 12. august 2019 verður siðiliga greitt frá grindadrápinum í ”Danish Faroe Islands”, at 850 grindahvalir og onnur hvalasløg árliga verða dripin í teimum 26 hvalvágunum.
Greitt verður nágreiniliga frá, at onki av kríatúrunum í grindabólkinum verður eirt, hvørki kvidnir kvennhvalir, ungar ella hvølpar.
Brævið er undirskrivað av teimum ovastum í Sea Shepherd felagsskapinum, Captain Paul Watson, stovnara, Robert Read, chief operating officer og Helen Taylor ið hevur heiti sum ambassadørur í Bretlandi.
(Savnsmynd: Sea Shepherd)
Hóast Føroyar hava sett í gildi lógir, ið forða felagsskapum sum Sea Shepherd at virka her á landi, so sigur felagsskapurin seg hava ætlanir um framhaldandi at arbeiða fyri at støðga føroyska grindadrápinum.
Tey skriva soleiðis í brævinum til ferðafólkareiðaríini:
”Okkara manning fer at seta seg í samband við ferðafólkini (eisini tey, sum koma til oyggjarnar (Føroyar, -red.) við ferðafólkaskipum) í sambandi við hesa herferðina, fyri at kunna tey um hetta barbariska virksemið og eggja teimum til at brúka sum minst av peningi á oyggjunum í mótmæli móti veiðini. Fólk frá Sea Shepherd fara framhaldandi at filma og senda beinleiðis frá hesum skelkandi drápum umframt at samstarva við fleiri týðandi sjónvarpslið, journalistar og dokumentaristar fyri at avdúka føroysku grindadrápini.”
”Sea Shepherd ynskir, at øll skulu kunnu njóta hesar vøkru oyggjar, eins og tit gera, men prísurin skal ikki vera, at føroyingar sleppa at drepa hvalir og delfinir í hundraðtali”.
Brævið er sent til øll tey 16 reiðaríini, sum senda skip til Føroyar. Víst verður á, at ein líknandi áheitan varð send út í 2015, og heitt verður nú á reiðaríini at fylgja teimum báðum týsku reiðaríinum, AIDA og Hapag-Lloyd, sum tá góvust at sigla á Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald