Mentan

Sean Connery deyður

Hann er best kendur fyri at hava spælt leiklutin sum James Bond í teimum allarfyrstu filmunum í røðini – Hann gjørdist 90 ára gamal

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2020-10-31 12:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Skotski sjónleikarin Sir Sean Connery er deyður 90 ára gamal.

Tað boðar familja hansara frá sambært BBC.

Sean Connery var best kendur fyri at spæla James Bond, og var hann eisini tann fyrsti at spæla James Bond í einum filmi.

Hann spældi leiklutin sum heimskendi agenturin í fimm teimum fyrstu James Bond filmunum, sum komu út í árunum 1962 – 1967, og so spældi hann aftur við í tveimum øðrum filmum í røðini í 1971 og 1983.

[object Object]
Sean Connery sum James Bond

Sean Connery varð føddur í Edinburgh í Skotlandi 25. august 1930.

Í tíðarskeiðnum 1954 – 2012 spældi Sean Connery við í fleiri enn 70 filmum, og hann hevur vunnið nógvar virðislønir, m.a. eina Oscar virðisløn, tvær Bafta virðislønir og tríggjar Golden Globe virðislønir.

Hann varð av mongum sæddur sum tann besti leikarin, sum hevði spælt leiklutin sum James Bond.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder