Fyrrverandi eysturríkski kanslarin Sebastian Kurz gevst nú í politikki. Hesum boðaði hann frá á tíðindafundi fyrrapartin.
Sebastian Kurz er 35 ár, og inntil fyrst í oktober var hann millum yngstu stjórnarleiðarar í heiminum. Hann noyddist tó at leggja frá sær orsakað av ákærum um mutur.
Fyrrverandi kanslarin er m.a. undir illgruna fyri at hava givið falskar vitnisfrágreiðingar í sambandi við einari kanning. Eisini eru hann og fleiri onnur í skara hansara ákærd fyri at hava goldið fyri jaliga miðlaumrøðu við skattapeningi.
Sebastian Kurz hevur áður víst ákærunum aftur.
Á tíðindafundinum greiddi hann frá, at áhugin fyri politikki er minkaður seinastu tíðina, m.a. orsakað av tí, sum er farið fram í heyst. Ein onnur orsøk til, at hann gevst í politikki, sigur hann, er, at hann júst er vorðin pápi.
Nú hann gevst í politikki, gevst hann sostatt eisini sum formaður í konservativa flokkinum ÖVP. Sambært Ritzau verður tað væntandi Karl Nehammer, innlendismálaráðharri, sum yvirtekur formansssessin..
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald